Um okkum
Basic 24/7 byrjaði við einari einfaldari hugsan:
Hví er tað so trupult at finna klæðir, ið kennast røtt og væl, og samstundis síggja gott út hvønn dag?
Vit saknaðu tað grundleggjandi; mjúkt tilfar, tíðarleysar litir og nýmótans og reint snið. Okkurt, sum bara riggar — hvønn dag til øll høvi.
Tí gjørdu vit tað sjálvi!
Basic 24/7 snýr seg ikki um at renna eftir mótanum, men um at skapa klæðir, tú veruliga hevur hug at ganga í umaftur og umaftur.
Í kollektiónini hevur høvuðsendamálið verið at skapa einføld, stílfull og behagilig pløgg, ið eru sniðgivin eftir at hóska til øll óansæð aldur, kyn ella lívsstíl; frá morgunkaffi til venjing, frá ferðing til hvíld heima - 24/7.
Hvørt einasta plagg er gjørt við umsorgan úr góðum tilfari, við ábyrgdarfullari framleiðslu og við eyga fyri teimum smáu lutunum.
Fyri okkum merkir “basic” ikki keðiligt. Tað er kjarnan í góðum stíli! Basic bara gjørt betur.
Vit eru úr Føroyum, og vit taka ta einføldu, álítandi tilgongdina við okkum í øllum, sum vit gera.
Made to live in. 24/7.